Mentan

Norðurlendskur heiður til Vónbjørt og Sakaris

Føroyar vinna virðisløn Norðurlandaráðsins í bæði bókmentum og filmi

Vónbjørt Vang fekk M.A. Jacobsens virðislønina fyri

Vónbjørt Vang fekk M.A. Jacobsens virðislønina fyri "Svørt Orkidé" í fjør. Nú fær hon bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2025-10-21 11:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður ein stórur føroyskur dagur, tá mentanarvirðislønir Norðurlandaráðsins verða handaðar í Stockholm um eina viku.

Tað verður søguligt, tí Føroyar fáa tvær stórar virðislønir.

[object Object]Sakaris Stór, her saman við høvuðsleikarunum í "Seinasta paradis á jørð", Bjørg B. Egholm og Sámal H. Hansen (Savnsmynd: Birgir Kruse)

Fyri fyrstu ferð var ein føroyskur filmur innstillaður til filmsvirðislønina, nevniliga “Seinasta paradis á jørð” hjá Sakaris Stórá. Og fyrrapartin var kunngjørt, at føroyski filmurin fær virðislønina í ár.

Les ummæli á Birkblog av filminum her

Teir, ið fáa virðislønina er – fyrst av øllum – Sakaris Stórá, ið hevur leikstjórna og skriva leikritið. Hinir móttakararnir eru Mads Stegger og Tommy Oksen, sum hava verið við at skriva leikritið, og so Jón Hammer, sum er framleiðari av filminum.

Fyrstu ferð síðan "Líkasum" í 1986

Men tað søguliga liggur eisini í, at vinnarin av bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins er Vónbjørt Vang fyri yrkingasavnið “Svørt Orkidé”.

Bólmentavirðislønin hjá Norðurlandaráðnum er tann elsta av hesum virðislønum, og verður eisini mett at vera tann tignarligasta.

Føroyar hava bert einaferð vunnið bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins. Tað var í 1986, tá Rói Patursson fekk bólmentaheiðurslønina fyri yrkingasavnið "Líkasum".

Hinir vinnararnir eru:

Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin: Sara Lundberg, Svøríki, fyri “Ingen utom jag”.

Umhvørvisvirðislønin: Grønne Nabofællesskaber, Danmark

Tónleikavirðislønin: Víkingur Ólafsson, klaverleikari úr Íslandi.

Virðislønirnar verða latnar í svenska ríkisdegnum í Stockholm 28. oktober.

Seinnapartin verða føroysku vinnararnir og tey tilnevndu heiðrað á tiltaki í Norðurlandahúsinum. Tiltakið verður klokkan 17. Klokkan 18 verður ársins norðurlendski filmur “Seinasta paradis á jørð” vístur.

Les: Hátíðarhald fyri føroysku tilnevningunum 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder