Uttanlands

Norðurlandaráðið fundast á netinum

Hetta er fyrsta ferðin, at tað ikki eydnast at savna Norðurlandaráðið saman á fund

(Savnsmynd: norden.org / Johannes Jansson)

(Savnsmynd: norden.org / Johannes Jansson)

2020-09-28 15:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

72. fundurin hjá Norðurlandaráðnum, sum skuldi verið hildin í Reykjavík síðst í oktober, er avlýstur orsaka av covid-19. Men tað merkir ikki, at tað ikki verður politiskur norðurlendskur aktivitetur, sum tað plagar í 44. viku, boðar Norðurlandaráðið frá.

Skipað verður fyri fleiri tiltøkum hesa vikuna – í tryggari frástøðu – á netinum

Formansskapurin í ráðnum, fimm nevndir og teir fimm politisku bólkarnir fara øll at halda sínar fundir, sum ætlað, og farið er nú undir fyrireikingarnar til fleiri fundir millum ymsar nevndir og ráðharrar og millum formansskapin og ráðharrar.

Eisini eru forsætisráðharrarnir bjóðaðir til ein felags fund saman við øllum limunum í Norðurlandaráðnum 27. oktober. Ætlani er, at fundarluttakararnir skulu hava møguleika fyri at kjakast um covid-19 og um tær avleiðingar, sum farsóttin hevur á Norðurlond og norðurlendska samstarvið.

Kjakið verður sent live á netinum, boðar Norðurlandaráðið frá í tíðindaskrivi.

Norðurlandaráðið hevur undir farsóttini víst á tørvin fyri einum tættari samstarvi millum Norðurlond. Í apríl sendi formansskapurin eitt skriva til stjórnarleiðararnar, og heitti á tey um betri samstarv í krepputíðum. Í brævinum eftirlýsti formansskapurin eina norrøna váðagreining og tilbúgvingarætlan og mælti til, at ein óheft norðurlendsk krepputilbúgvingarnevnd verður sett á stovn.

Sama dag sum covid-19-kjakið er, er eisini ætlanin at hava ein fund millum formansskapin og forsætisráðharrarnar um samfelagstrygd.

Eisini er ætlanin, at ungdómsnorðurlandaráðið skal halda sín ársfund sum byrjan upp á norðurlendsku vikuna, hóast tað ikki ber til at hittast fysiskt

Hetta er fyrstu ferð síðan byrjanina í 1953, at Norðurlandaráðið ikki heldur sín ársliga fund.

Í sambandi við ársfundin verða virðislønir Norðurlandaráðsins eisini handaðar. Onki gallatiltag verður í ár, men handanin av bókmenta-, films, tónleika- og umhvørvisvirðislønunum fer fram í eini sjónvarpssending, sum íslendska ríkisútvarpið, RUV, stendur fyri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder