Innanlands

Norðoya Sparikassi hækkar aftur inn- og útlánsrenturnar

Hetta við ávíkavist upp til 0,40 og 0,25 prosentstig og orsakað av, at Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hækkaðu rentuna fyri einum mánaði síðani

Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hava hækkað rentuna nakrar ferðir í ár, og samsvarandi hevur millum annað Norðoya Sparikassi eisini hækkað (Mynd: Norðoya Sparikassi)

Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hava hækkað rentuna nakrar ferðir í ár, og samsvarandi hevur millum annað Norðoya Sparikassi eisini hækkað (Mynd: Norðoya Sparikassi)

2023-06-01 17:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hava hækkað rentuna nakrar ferðir í ár, og samsvarandi hevur millum annað Norðoya Sparikassi eisini hækkað inn- og útlánsrentur - síðst tíðliga í mai.

Les eisini: Norðoya Sparikassi hækkar inn-og útlansrentur

Bankarnir 4. mai 2023, og tí hækkar Norðoya Sparikassa eisini inn- og útlánsrentur renturnar nú.

Hesum boðar Sparkassin frá í dag. Talan er broytingar, sum koma í gildi í juli, og sum raka bæði privat- og vinnukundar.

- Innlánsrentur hækka við upp til 0,40 %-stigum og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar. Broytingarnar koma í gildi tann 10. juli 2023.

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans, ns.fo, verður dagført, tá ið
broytingarnar koma í gildi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder