Fyrra hálvár 2026 var úrslitið eftir skatt 17,9 mió. kr. sammett við 16,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
Góða búskapargongdin sæst aftur í fíggjarstøðuni hjá kundunum og tað hevur við sær, at áður gjørdar niðurskrivingar eru afturførdar. Harumframt eru avskrivingar av bygningum á lægri støði í mun til árið frammanundan.
Nevnd og leiðsla eru nøgd við gongdina í fyrra hálvári 2026.
Virksemi
Virksemi sparikassans er støðugt vaksandi.
Útlánsvøksturin fyrra hálvár var 71 mió. kr., ið svarar til 3,0 prosent. Útlánini vóru tilsamans 2.420 mió. kr.
Innlánini øktust við 122 mió. kr. upp í tilsamans 3.104 mió. kr. Hetta er ein vøkstur á 4,1 prosent.
Grundrakstur
Tá sæð verður burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin ein grundrakstur á 18,7 mió. kr. samanborið við 18,2 mió. kr. árið fyri.
Rentustøðið hevur verið støðugt í størsta parti av fyrra hálvári, men á lægri støði í mun til sama tíðarskeið árið frammanundan. Hetta sæst aftur í minni rentuinntøkum. Tó eru ikki framdar eins stórar íløgur í høvuðsbygningin í fyrra hálvári 2026, og er tað við til at betra um grundraksturin.
Kapitalur og gjaldføri
Sparikassin hevur dyggan kapital og gott gjaldføri.
Kjarnukapitalurin fyrra hálvár var 33,4 prosent sammett við 28,5 prosent árið fyri. Lyklatalið fyri gjaldførið var 502 prosent í mun til lógarkravda minsta kravið á 100 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald