
Meðan arbeitt verður við at gera nýggja og størri rampu í havnina á Syðradali í Kalsoynni, verður núverandi rampa løst føst frá mikudegnum 4. juni og umleið átta vikur fram. Hesum boðar Stranferðslan frá.
Í hesum tíðarskeiðinum kann flutningur av akførum og ferðafólki verða ávirkaður onkrar dagar vegna flóð og fjøru.
Boðað verður frá møguligum broytingum á heimasíðuni og sms-skipanini.
Arbeiðið at gera nýggju rampuna er ætlandi liðugt hálvan august.
Meðan arbeiðið fer fram, er partur av havnalagnum sett av til arbeiðsøki.
- Nýggja rampan verður sett í, so at Teistin kann fara í reguliga sigling á farleiðini, inntil nýggja ferjan, sum í næstum verður boðin út at byggja, er liðug, sigur Niels Juel Arge, stjóri.
Einki verður sagt um hvør ferja skal røkja siglingina til Nólsoy tá ið Teistin fer at sigla til Syðradals, men helst verður tað Ternan, sum aftur fer at røkja Nólsoyarleiðina tá ið nólsoyingar missa Teistan seinni í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald