Koyrilíkindi hava ikki verið av teimum bestu í kvøld, og um nátturðatíð hendu fleiri óhapp - nærum um somu tíð.
Av løgreglustøðini verður upplýst, at tað nakað áðrenn klokkan 18 fór ein bilur av vegnum á hálsinum í Sandavági. Hetta gav nakað av órógvi í ferðsluni, tí bilar sum stegðaðu sluppu ikki avstað aftur.
Stutt aftaná fór ein bussur hjá bygdaleiðum av vegnum. Her var bæði hálka og eisini vindur sum spældu inn, skilst av løgreglustøðini. Hetta var á landsvegnum millum Vágatunnilin og Leynatunnilin.
Fýra ferðafólk vóru við, men eingin skaði stóðst av hendingini. Stutta strekkið var seinni í kvøld stongt í einar tjúgu minuttir og bussurin var fingin upp aftur.
Eisini eru fráboðanir um at hálkuóhapp í Kaldbaksbotni og á Gøtueiði, har bilar eru farnir av vegnum. Í øllum førum er ikki talan um nakran fólkaskaða.
Tað er framvegis hált kring landið og eisini jarðrok í ælunum, men seinasta tíman hevur løgreglan so ikki fingið nakra fráboðan, verður sagt av løgreglustøðini í kvøld.
Landsverk gravaði og saltaði til klokkan 21 og byrjar aftur í morgin árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald