Innanlands

Nøkur ferðslumál seinasta samdøgrið

Lítið óhapp í rundkoyring og nakrir bilførar ið hava koyrt ov skjótt - løgreglan hevur annars ikki so nógv mál í hesum døgum

2020-04-15 09:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vaktleiðarin á løgreglustøðuni í Havn upplýsir, at nøkur ferðslumál vóru í gjár.

Í einari rundkoyring í høvuðsstaðarøkinum rendi ein bilur í bakið á einum øðrum. Av hesum kom ein lítil materiellur skaði 

Tríggir persónar vóru tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Ein varð skrásettur fyri at koyra 118 km/t í óbygdum øki - á einum landsvegi. Um hetta er áðrenn tað ásetta kilometratalið, ið skal takast av, tá mátað verður við lasaranum, so er talan um um klipp og bót. Um tað er aftaná, er talan um treytaða frádøming av koyrikortinum umframt eina bót. 

Tveir bilførar vórðu tiknir fyri at koyra ávíkavist 74 og 76 km/t í bygdum øki. Fyri hetta fáa teir klipp og bót. Tað bar ikki til at fáa upplýst, hvar í landinum hetta var. 

Vaktleiaðrin upplýsir annars, at Í tráð við at fólk eru meira heima hesa tíðina, vísur tað seg, at løgreglan fær færri fráboðanir og hevur færri mál.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder