Innanlands

Nógvir føroyingar eru ov illa tryggjaðir

Í nógvum førum vita fólk ikki, hvussu tey eru tryggjað. Og tað kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri tann einstaka, um viðkomandi ikki hevur røttu tryggingarnar

2019-11-07 13:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í Trygd eru tey greið yvir, at vanligi føroyingurin heldur tryggingarviðurskifti vera fløkjaslig at fáast við. Av somu orsøk eru fólk ofta ov illa tryggjað. Hetta vil Trygd vera við til at broyta, og tí bjóðar tryggingarfelagið øllum áhugaðum til kunnandi tiltak á Oknarvegi 5 í Havn í kvøld.

- Vit vita, at áhugin fyri tryggingarviðurskiftum sum heild er lítil, og harumframt eru tað nógv, sum halda evnið vera bæði turrisligt og torgreitt. Hetta hevur við sær, at fólk í nógvum førum ikki vita, hvussu tey eru tryggjað. Og tað kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri tann einstaka, um viðkomandi ikki hevur røttu tryggingarnar, tá ið eitt óhapp hendir. Tí halda vit, at tørvur er á einum slíkum kunnandi tiltaki, har vit tosa um tryggingar á ein einfaldan hátt, sum øll kunnu skilja, sigur Vivian Johansen, deildarleiðari í Trygd.

Eitt vanligt dømi um, at tryggingar fylla lítið í hugaheiminum hjá fólki er, at nógv gloyma at dagføra upphæddina, sum innbúgvið er tryggjað fyri. Hjá teimum flestu hækkar virðið á innbúnum gjøgnum árini, og so hvørt sum nýggir lutir verða keyptir. Tí eigur tryggingin eisini at verða dagførd av og á. Men hetta gloyma fólk ofta, og tað kann tí gerast sera óheppið, um alt innbúgv skal keypast av nýggjum eftir ein stóran skaða.

Á tiltakinum hóskvøldið fer Trygd at greiða frá teimum vanligastu tryggingunum, sum eru viðkomandi fyri tey flestu. Endamálið er at fáa fólk at hugsa um og taka støðu til, um tey eru rætt tryggjað.

Á skránni hóskvøldið eru stuttar og lættar framløgur, og eisini fer ein tannlækni at greiða frá, hvussu ein skal bera seg at, um ein tonn brotnar ella fær skaða. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder