Fýra borgarstjórar, sum eisini eru forfólk fyri eldraøkinum hjá sínum og øðrum kommunum, hittust í dag og undirskrivaðu samstarvsavtaluni.
Talan var um forfólkini í Roðanum, Nánd, Norðoya Bú- og Heimatænastu og VEKS. Hesi eru eldraøkini í Eysturoynni, Norðuroyggjum og Norðurstreymoy - borgarstjórarnir eru Tórbjørn Jacobsen, Karl Johansen, Sára Jógvansdóttir og Per Martin Gregersen.
Tað sum tey undirskrivaðu, var avtalu um dagtilhald og umlætting til yngri við demens.
- Í stóran mun er avtalan skipað soleiðis, at Roðin hevur dagligu umsitingina av tilboðnum, og leiðsla og starvsfólk eru somuleiðis starvssett í Roðanum. Kostnaðurin verður býttur eftir fólkatalinum í økjunum.
- Ein politiskur stýrisbólkur, við forfólkunum í teimum fýra eldrasamstørvunum, verður settur til at taka sær av teimum málum, ið snúgva seg um tal av plássum, normering, samstarvstreytum, húsaleigu, staðseting o.s.fr. Í einum samstarvsbólki sita teir fýra leiðararnir í eldrasamtørvunum. Bólkurin tryggjar verkligu samskipanina millum samstørvini og virkar eisini sum visitatiónsnevnd. Eitt fakligt umboð, sum kortini ikki er umboðað í hesum bólkinum, skal ráðgeva bólkinum í visitatiónsmálum, skrivar runavik.fo.
Í fyrstu atløgu heldur dagtilhaldið á Glyvrum fram, og at kalla sama manning - sum frammanundan - er sett til at taka sær av tilboðnum frameftir.
Forfólkini kunna um, at avtalan er galdandi frá 1. januar 2026. Í fyrstu atløgu er hon galdandi í tvey ár fram, men kann halda fram, um ikki onnur avgerð verður tikin. Gongdin og samstarvið verður eftirmett fyri 1. oktober 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald