Nakrar túsund atkvøður "ganga leysar í løtuni".
Nú beint undir fýra vikur eru til løgtingsvalið, sum Aksel V. Johannesen mikudagin útskrivaði, er spenningurin stórur um, hvar atkvøðurnar fara.
Sum vanligt er, tá val nærkast, hækkar talið av teimum sum siga, at tey ikki hava tikið støðu til, hvar krossurin skal setast.
Í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri FM1 og Portalin 3. februar, var talið sum svaraði "ikki tikið støðu" 13,9 prosent. Í november var talið heilt niðri á 11,2 prosentum.
Barometrið: Síggj veljarakanningarnar
Nú løgtingsvalið er útskrivað, er tað 15,3 prosent av teimum 500 spurdu, sum ivast. Hetta vísir veljarakanning í dag.
Sí eisini: Tjóðveldi tapir eftir samgonguslitið
Um vit taka hetta talið, rokna 15,3 prosent av talinum av fólki, sum høvdu valrætt seinast (39.020), so eru beint undir 6.000 leysar atkvøður.
Tað er ikki endaligt enn, hvussu nógv hava valrætt til valið 26. mars, men hetta talið er eftir øllum at døma hægri enn 39.020.
Klokkan 15.10 verður kjaksending millum umboð úr Javnaðarflokkinum, Framsókn og Tjóðveldi
Kjak og valfepur á FM1: Umboð úr samgonguflokkinum vitja seinnapartin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald