Innanlands

Nógv regn seinnapartin

Kavin liggur neyvan leingi

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-14 13:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kavin, sum liggur so flottur, verður neyvan liggjandi leingi. Tað verður so líðandi lýggjari í veðrinum út á dagin, og tað fer at regna.

Út á dagin fer hitin frá frostmarkinum og upp til 8 hitastig. Um 16 tíðina fer at regna millum 0,2 til 1,7 mm restina vav degnum. Í løtuni er stilt, eitt lot av landnyrðingi norðan um 1,9 m/s., men hann veksur upp til strúkur í vindi av landssynningi sunnan, um 11-13 m/s.

Í morgin er turt mest sum alt samdøgrið, í nátt og í morgin tíðliga er hvassur vindur av vestri, millum 14 og 16 m/s, hitin í nátt um 6 til 7 hitastig. Um middagsleitið minkar í vindinum niður í andøvsgul og frískan vind fyri tað mesta av landnyrðingi, millum 7 og 10 m/s. Hitin minkar niður í millum 2 og 3 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder