Innanlands

Nógv hálka um alt landið

Bilførarar mugu ansa sær serliga væl í morgun

2019-01-17 09:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bilførarar mugu verða serliga varnir í morgun, nú kavin liggur um alt landið.

Landsverk boðar frá hálku í summum støðum, og sigur, at roknast kann  við hálku í fleiri støðum.

Boðað verður frá hálku í Gerðabøi í Klaksvík, við Høgareyn og á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð.

Roknast kann við hálku í fleiri støðum, eitt nú á Dalavegnum til Viðareiðis, um Gjáarskarð, á Kambsdali, á Gøtueiði, í Runavík, á Tjørnuvíkarvengum, á Vatnsoyrum, við Sund og í Hvalba.

Sí koyrilíkindini her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder