Innanlands

Nógv grind til Nes kommunu

Heimapartarnir kundu heintast í gjár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-08-18 09:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heimapartarnir frá grindini í Hvannasundi, sum vórðu latnir Nes kommunu hósdagin, kundu heintast í gjár.

Og har var nakað í part. Heimapartarnir vóru 11 kilo av tvøsti og spiki hvør. So um fýra fólk eru í húsi, fingu tey 44 kilo í alt, upplýsir Nes kommuna á heimasíðuni.

Nes kommuna fekk umleið 40 hval at býta út til borgararnar. Eini 100 hvalir løgdu beinini í Hvannasundi, og drápspartarnir vóru eitt skinn.

Eitt skinn er 50 kilo av tvøsti og 25 kilo av spiki.

Mynd: Simon Nordendal / DroneDirector

Mynd: Simon Nordendal / DroneDirector

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder