Innanlands

Nógv fólk í býnum í nátt

Gongd er komið á náttarlívið aftur, nú skeinkistøð aftur sleppa at hava opið sum vanligt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-23 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta er fyrsta vikuskiftið, at matstovurnar og skeinkistøðini aftur kunnu hava opið sum vanligt, og tað sæst longu aftur í náttarlívinum.

Í nátt hava nógv fólk verið at sæð í býnum í Havn, har skeinkistøð høvdu opið til klokkan fýra.

Løgreglan var runt í høvuðsstaðnum og vitjaði skeinkistøð, og har var fult av fólki, akkurát sum áðrenn korona, verður sagt av politistøðini.

Lagt verður afturat, at hóast nógv lív hevur verið í býnum, var talan kortini um eina stak friðarliga nátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder