placeholder
Innanlands

Nógv avfall restina av degnum

Stilt, kalt og avfall merkir veðrið í dag

2019-01-28 12:30 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin sigur frá stilli og kulda í dag, og avfall verður gjøgnum allan dagin. Hitin nærkast frostmarkinum komandi dagarnar.

Í dag er lot til andøvsgul av skiftandi ættum, millum 2 og 7 m/s. Avfallið gjøgnum allan dagin liggur millum 0,1 og 0,7 mm. Hitin millum 2 og 3 hitastig.

Í nátt og fyrrapartin í morgin er stilt, fleyr til andøvsgul av vestri, millum 0,4 og 7,5 m/s. Eitt sindur av avfalli, um 0,1 mm. Um middag og restina av degnum veksur í vindinum upp til strúkur í vindi av landnyrðingi, millum 9,5 og 12,5 m/s. Avfalli verður millum 0,1 og 1,1 mm, og hitin millum 2 og 3 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder