Innanlands

Níggju verkætlanir hava fingið játtað samanlagt yvir níggju milliónir

Hetta frá Granskingarráðnum. Fimm av granskingarverkætlanunum eru til ph.d - seks av verkætlanarleiðarunum eru kvinnur

Metnógvar umsóknir - 50 í tali - komu inn, og søkt varð um samanlagt 54,3 milliónir krónur

Metnógvar umsóknir - 50 í tali - komu inn, og søkt varð um samanlagt 54,3 milliónir krónur

2025-05-27 21:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Níggju verkætlanir hava fingið tilsamans 9,2 mió. kr. í stuðli til gransking frá Granskingarráðnum.

Metnógvar umsóknir vóru um stuðul til gransking í ár. 50 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar. Tað vóru 11 fleiri enn enn í fjør. 

Søkt varð um tilsamans 54,3 mió. kr.  

Av teimum 9 verkætlanunum, ið Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur játtað stuðul til, eru 5 ph.d.-verkætlanir. 67% av verkætlanarleiðarunum eru kvinnur og 33% menn.

Avgerðirnar hjá Faknevndini eru grundaðar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

Løgtingið hevur játtað 9 mill. kr. til stuðul til gransking í ár. Tað er tað sama sum í fjør. Avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum varð játtað afturat, tí var samlaða játtanin 9,2 mió. kr. 

Stuðul er latin til hesar verkætlanir:

Margreta Nónklett: "Samanhald gevur styrki - Uppruni, gongd og ávirkan hjá føroysku Kvinnufylkingini frá 1975 til fyrst í 1980’unum"
Verkætlan á Tjóðsavninum - kr. 330.000

Ingi Heinesen Højsted: "At verkseta PISA gransking: Ein design granskingartilgongd til at menna støddfrøðiligt lesføri hjá næmingum í hádeild fólkaskúlans"
Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildinii á Fróðskaparsetrinum - kr. 1.700.000

Tróndur Møller Sandoy og Erika A. Hayfield: "Føroysk ungdómsfráflyting, útbúgving, afturflyting og samfelag: Ein fleirháttarlig tilgongd"
Verkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - 950.000 kr.

Terji Nielsen: "Gagnnýtsla av vitlíki í orkustýringarskipanini fyri at økja um virknið og minka um útlátið av koldioksidi á leiðini til 100% burðardygga elskipan"
Ph.d. verkætlan á SEV - 650.000 kr.

Karin Habermehl-Cwirzen: "Endurnýtsla av útgrivnum gróti sum nýhugsandi tilfar" 
Ph.d. verkætlan á Náttúruvisindedeildini á Fróðskaparsetrinum - 1.600.000 kr.

Maria Marjunardóttir Dahl: "Kortlegging av Føroysku PMCV smittusøguni"
Ph.d. verkætlan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni - 1.250.000 kr.

Katrin Hoydal: "Broytingar í vistskipanum á føroyskum firðum seinastu øldina"
Verkætlan á Umhvørvisstovuni - 1.000.000 kr.

Durita Viderø Gunnarsson: "Øking av kropsligum virkni hjá innløgdum sjúklingum við talgildari interventión til sjúklingar og starvsfólk"
Ph.d. verkætlan á Heilsugranskingareindini - 1.100.000 kr.

Ulrike Steuerwald: "Genetisku orsøkirnar til idiopatiska hyperketosu í Føroyum"
Verkætlan á Heilsugranskingareindini - 600.000 kr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder