Innanlands

Níggju tingmál á skránni í dag

Ein triðja viðgerð verður og viðgerð av einum yvirtøkumáli

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-06 11:14 Author image
Ari av Rana

Níggju tingmál eru á skránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 11:30 umframt framløgur.

Av teimum níggju tingmálinum er bert tann eina triðja viðgerðin, meðan hini málini eru onnur viðgerð. Málið, sum fær triðju viðgerð í dag er málið um stuðul til dupult húsarhald, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur lagt fram. Málið snýr seg um, at persónar, sum av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald, bert kunnu fáa stuðul, um  bæði húsarhaldini eru í Føroyum. Hetta er fyrsta mál á skránni í dag.

Eitt av málunum, sum er til næstu viðgerð í dag, er uppskot um yvirtøku av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleika. Landsstýrið hevur gjørt av at yvirtaka málsøkið kort- og landmátingarmyndugleiki, tí at økið hevur so tætt tilknýti til onnur øki, sum eru á føroyskum hondum og eisini er týdningarmikil partur av samleika føroyinga, stendur at lesa í upprunauppskotinum.

Øll dagsskráin hjá løgtinginum sæst her.

placeholder
placeholder