Innanlands

Níggju tilburðir staðfestir í gjár

Trý eftir at hava verið uttanlands, og hini seks eru smittað í Føroyum. Ógreitt er, hvussu ein teirra er smittaður

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-07-16 11:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Níggju tilburðir vórðu staðfestir í gjár, og nú er talið á smittaðum komið upp á 133 fólk.

Tvey fingu staðfest smittuna við kanning við komu til landið. Ein persónur fekk staðfest smittuna við kanning fimm dagar eftir komu til Føroya. Hini seks eru smittað í Føroyum. Fimm teirra eru partur av kendari smittuketu, meðan tað er ógreitt, hvussu ein persónur er smittaður. 

Ein persónur varð í gjár staðfestur frískur aftur eftir at hava verið positivur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder