Innanlands

Níggju fingið staðfest covid-19 á donskum sjóverjuskipi

Ógreitt er, hvaðani smittan stavar, men eingin av manningini hevur álvarslig sjúkueyðkenni – Thetis er nú á veg til Danmarkar

Thetis (Savnsmynd: Tórbjørn Jacobsen)

Thetis (Savnsmynd: Tórbjørn Jacobsen)

2020-12-14 14:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin kannaði kanningarstovan Thetis manningina á danska sjóverjuskipinum Thetis í Klaksvík.

Úrslitið var, at níggu vórðu staðfest covid-19 positiv, ið er ein fimtingur av manningini. Tí varð avgjørt at fara beint aftur til Danmarkar, har manningin aftur verður kannað og koyrt í sóttarhald.

Lars Nielsen, kommandørkapteynur og stjóri á sjóverjuskipinum, sigur við Útvarpið, at tað er ógreitt, hvaðani smittan stavar, men at eingin av manningini hevur álvarslig sjúkueyðkenni.

Hoyr innslagið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder