Uttanlands

Nigeria: Álop á kirkju kravt í minsta lagi 50 mannalív

Vápnaðir menn lupu sunnudagin á eina katólska kirkju í útsynningspartinum av landinum

Tey særdu fáa viðgerð á sjúkrahúsi í Ondo, Nigeria (Mynd: AFP)

Tey særdu fáa viðgerð á sjúkrahúsi í Ondo, Nigeria (Mynd: AFP)

2022-06-06 10:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vápnaðir menn lupu í gjár á eina katólska kirkju í Útsynningsnigeria, og í hesum sambandi vórðu í minsta lagi 50 fólk, harímillum børn, dripin.

Menninir bæði drupu og særdu kirkjufólk uttanfyri kirkjuna, sigur talsfólk hjá løgregluni í nigerianska statinum Ondo.

Løgreglan er í ferð við at kanna málið, og enn er ógreitt, hvørjir menninir eru, og hvat motivið var.

Tað er ikki ofta, at slíkt hendir í útsynningspartinum av Nigeria.

Ein lækni, sum ynskir at verða ónevndur, sigur sambært Ritzau, at í minsta lagi 50 lík vórðu flutt á tvey sjúkrahús eftir álopið, og neyðugt varð at geva blóð fyri at viðgera tey særdu.

Muhammadu Buhari, forseti í Nigeria hevur fordømt álopið, sum hann sigur vera andstyggiligt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder