2025-11-17 15:30
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og Niels Juel Arge eru í dag vorðin samd um, at Niels Juel Arge fer úr starvi sínum sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins.
Hesum boðar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið frá í dag.
Niels Juel Arge er fríttstillaður frá dags dato. Hann skal tó komandi tíðina vera til taks at svara fyrispurningum, sum kunnu stinga seg upp m.a. í sambandi við, at eitt stjóraskifti fer fram á Strandfaraskipum Landsins.
Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari á SSL, tekur við sum virkandi stjóri.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald