Uttanlands

Niður í 40 kuldastig í Svøríki

Eisini eru 51 centrimetrar av kava skrásett á svensku eysturstrondini

Åre í Svøríki undir ódnini Johannes síðst í farna árininum (Mynd: EPA)

Åre í Svøríki undir ódnini Johannes síðst í farna árininum (Mynd: EPA)

2026-01-04 14:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ógvusligt kavaavfall og nógvur kuldi hevur rakt Svøríki hetta vikuskiftið.

Svenska veðurtænastan SMH1 hevur upplýst, at tað hevur verið skrásett niður í 40 kuldastig og upp móti 51 centrimetrar av kava.

Tað er í Oskarshamn á svensku eysturstrondini í Småland, at ein hálvur metur av kavi er máldur. Ógvusligasti kuldin varð máldur í Västerbotten í norðara parti av Svøríki. Har vórðu í nátt skrásett 40 kuldastig, sum er tað higartil kaldasta, sum er skrásett í Svøríki í vetur.

Veðrið hevur havt við sær stremslit fleiri staðnir, og sunnumorgunin vóru umleið 5.500 húsarhald uttan streym.

Ávaringar eru sendar út í pørtum av landinum, og ógvusligt kavaavfall væntast bæði í dag og í morgin. Hetta fer væntandi at órógva ferðsluna.

Tað er serliga í Mið- og Suðursvøríki, at fólk hava upplivað nógvan kava, meðan tað er kaldast í norðara parti av landinum.

Í Føroyum boðar Veðurstovan frá, at hitin hetta samdøgrið verður millum fýra kuldastig og tvey hitastig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder