Innanlands

Niður á frostmarkið sunnudagin

Vikuskiftið bjóðar skiftandi veður

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-01-11 11:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðrið um vikuskiftið verður sera skiftandi, við regni, nógvum og minni vindi, og kulda.

Í dag er nakað friðarligt við andøvsgul og frískum vindi av vestri til sunnan, millum 7 og 10 m/s. Nakað av regni verður í kvøld, millum 0,2 og 2,2 mm. Hitin um 8 hitastig.

Í kvøld og í nátt veksur hann í vindinum upp til strúkur í vindi av vestri, millum 11 til 13 m/s. Einki avfall verður í nátt. Hitin millum 7 og 8 hitastig.

Í morgin er turt fram til um 17 tíðina, síðani fer at regna millum 0,2 og 0,8 mm. Í luftini verður frískur til strúkur í vindi av útnyrðingur vestan og vestan, millum 9 og 11 m/s. Hitin millum 6 og 8 hitastig.

Sunnudagin regnar tað mesta av døgninum, millum 0,5 og 2,2 mm. Um náttin er hann lot til gul av vestri, millum 2,7 og 5,5 m/s. Hitin millum 5 og 6 hitastig. Um morgunin og út á dagin veksur hann upp í strúkur í vindi av norðri, um 11 m/s. Hitin minkar úr 5 hitastigum niður til frostmarkið.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder