
Danski rapparin Niarn er kendur fyri sín tónleik men eisini fyri at liva eitt hart lív.
Hann hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og havt konsert. Millum annað á Saummarfestivalinum 2010 saman við The Dreams og á Voxbotn í 2022.
Tað var júst í 2022, at Niels Roos, sum hansara borgarliga navn er, kom við einari tónleikari afturvending. Hann kom við einari útgávu og fór á konsertferð - millum annað til Havnar.
Hetta var eftir yvir sjey ár burtur frá vegna trupulleikar við sjúku - hetta stóðst av einum hørðum lívi við nógvari rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu.
Tveir fyrlestrar í Føroyum
Hesa misnýtsluna er Niels Roos komin burturúr, og hann nýtir tað nú til at hjálpa øðrum í slíkum støðum.
Hetta serliga við at at halda fyrlestrar, og nú verða slíkir at hoyra í Føroyum.
- Hann dugir sera væl at greiða frá sínum lívi í rúsevnismisnýtslu, tónleiki – og vegin úr rúsevnismisnýtsluni. Fyrilestur hansara er bæði spennandi, læruríkur og rørandi. Fyrielesturin er almennur og er viðkomandi fyri bæði persónar í rúsevnismisnýtslu, avvarðandi og eisini fakfólk.
Soleiðis skrivar Viðgerðarstovninum Frælsi, sum hevur skipað fyri at fáa nú 45-ára gamla danan til Føroya.
Tiltakið er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald