Innanlands

Neyðugt við beint yvir tíggju milliónum afturat til Ternuna

Eykajáttan er neyðug, tí nógva arbeiðið við strandfaraskipinum fer samanlagt at kosta 18 milliónir. Hetta skrivar Kringvarpið

Samanlagt 7,5 milliónir hava verið nýttar til klassingina á fíggjarlógunum fyri 2020 og 2021 (Mynd: Sverri Egholm)

Samanlagt 7,5 milliónir hava verið nýttar til klassingina á fíggjarlógunum fyri 2020 og 2021 (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-16 17:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ternan er framvegis á Klaksvíkar Sleipistøð, har skipið hevur ligið síðani í oktober. Talan var um 40-ára klassing, men arbeiðið hevur tikið nógv longur enn ætlað, og krøvuni frá klassanum vóru størri.

Fyrr í vikuni frættist, at Ternan ikki verður til reiðar at fara í sigling aftur í næstu viku, ið seinasta metingin annars var. Ístaðin verður arbeiði helst liðugt fyrst í mai, sambært rakstrarleiðaranum hjá Strandferðsluni.

Les eisini: Ternan enn meira seinkað

Ein avleiðing av, at nógv meira arbeiðið skuldi gerast, er, at tað verður ein stórur meirkostnaður.

Kringvarpið skrivar, at í 2020 vórðu 3,5 milliónir nýttar á fíggjarlógini til umvæling av Ternuni - í ár eru fýra milliónir settar av. Neyðugt er tó við 10 og einari hálvari millónum krónum afturat, tí øll umvælingin verður mett at kosta 18 milliónir. Tískil skal ein eykajáttan til.

Erla Kongdóttir røkir í løtuni siglingina um Nólsoyarfjørð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder