Innanlands

Newton Føroyar verður sett á stovn

Endamálið við Newton Føroyar er at menna og reka eitt læringastilboð innan STEM — náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði –– sum verður opið fyri skúlanæmingar úr øllum landinum.

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, Sigurd L. Lamhauge, stjóri í IRF, Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, og Eyðun Gaard, stjóri á Nám skrivaðu undir samstarvsavtalu í farnu viku

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, Sigurd L. Lamhauge, stjóri í IRF, Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, og Eyðun Gaard, stjóri á Nám skrivaðu undir samstarvsavtalu í farnu viku

2026-09-14 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í síðstu viku undirskrivaðu Vága kommuna, IRF, Undirvísingarstýrið og Nám eina samstarvsavtalu um at seta á stovn Newton Føroyar — fyrsta Newton-rúmið í Føroyum.

Endamálið við Newton Føroyar er at menna og reka eitt læringastilboð innan STEM — náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði. Tilboðið verður ókeypis og opið fyri skúlanæmingar úr øllum landinum. Newton-rúmið verður staðsett í nýggju panthøllini hjá IRF í Sandavági, skrivar Vága kommuna í tíðindaskrivi.

Arbeiða royndarbaserað við veruligum avbjóðingum
Eitt Newton Rúm er eitt serútgjørt undirvísingarumhvørvi, har næmingar arbeiða royndarbaserað við veruligum avbjóðingum, har teori og praktiskt arbeiði ganga hond í hond, og næmingarnir kanna, royna, máta og loysa uppgávur við framkomnari útgerð.

Undirvísingin tekur støði í ítøkiligum evnum og samfelagsavbjóðingum. Eitt nú kann talan vera um varandi orka, burðardygg matframleiðsla, lívfrøði, aling, robottøkni, flogtøkni, rúmdargransking ella leiting og bjarging.

Modulini verða ment og roynd í samstarvi við fakfólk og undirvísingarmyndugleikar og kunnu síðani lagast til føroyskar námsætlanir og lokalar vinnugreinar.

Eitt ískoyti til vanliga undirvísing
Ein grundleggjandi partur av einum Newton Rúmi er samstarvið millum skúlaverk, almennar myndugleikar, vinnulív og fakligar stovnar. Vinnulívið kann vera við til at menna viðkomandi undirvísingartilfar og vísa næmingunum, hvussu náttúruvísindi og tøkni verða brúkt í veruliga arbeiðslívinum.

Samstarvspartarnir kunnu hava ymiskar leiklutir. Teir kunnu eitt nú lata fakliga vitan, útgerð ella fígging, vera við til at menna staðbundin undirvísingarmodul ella geva næmingum innlit í vinnugreinar og útbúgvingarmøguleikar. Felags málið er at skapa eitt støðugt og dygdargott undirvísingartilboð, sum kemur skúlum og næmingum til góðar, skrivar Vága kommuna.

Newton-rúmið kemur ikki í staðin fyri vanligu undirvísingina í skúlunum, men er eitt ískoyti, sum skúlaflokkar kring landið kunnu vitja sum part av teirra undirvísing.

Newton-konseptið er mennt av norska felagsskapinum FIRST Scandinavia, sum eisini stendur fyri einum altjóða Newton-netverki.

Sambært ársfrágreiðingini fyri 2025 hevur skipanin nátt umleið 609.000 børn og ung í 19 londum.

Avtalan galdandi í trý ár
Newton Føroyar verður fyrsta Newton-rúmið í Føroyum og verður, sum hini Newton rúmini í netverkinum, staðbundið og rikið við lokalari ábyrgd.

Newton Føroyar verður í fyrstu atløgu rikið sum ein verkætlan, við eini samstarvsnevnd sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av verkætlanini, umsitur fíggjarligan stuðul og tekur avgerðir í viðurskiftum, sum viðvíkja Newton Føroyar. Umsitingin av Newton rúminum kemur at liggja hjá Skúlanum á Giljanesi.

Avtalan er galdandi í trý ár, og verður longd sjálvvirkandi í tvey ár, um ongin partur sigur avtaluna upp.

Tey sum undirskrivaðu samstarvsavtaluna vóru Bjarni Prior, borgarstjóri, Vága kommuna, Sigurd L. Lamhauge, stjóri, IRF, Hjalmar Hansen, stjóri, Undirvísingarstýrið og Eyðun Gaard, stjóri, Nám.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder