Uttanlands

New York Times: Trump hevur ikki goldið inntøkuskatt í 10 av 15 árum

Hann hevur mist munandi fleiri pengar, enn hann hevur forvunnið, sigur blaðið – Sambært sakførara hjá Trump Organization eru upplýsingarnar hjá New York Times ikki rættar

At hann ikki hevur goldið inntøkustakk fyri tíggju av seinastu 15 árunum er

At hann ikki hevur goldið inntøkustakk fyri tíggju av seinastu 15 árunum er "fake news", sigur Donald Trump, sum finst at New York Times (Mynd: EPA)

2020-09-28 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíggju av teimum seinastu 15 árunum hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, ikki goldið inntøkuskatt.

Tað vísir skattauppgerð hansara frá seinastu árunum, sum blaðið New York Times hevur fingið hendur á.

Eitt nú hevur hann bert goldið 750 dollarar (uml. 4.800 krónur) í inntøkuskatt í 2016, og tað sama er galdandi fyri 2017.

Sambært New York Times er orsøkin til, at Trump ikki hevur goldið inntøkuskatt, at hann hevur mist munandi fleiri pengar, enn hann hevur forvunnið.

Alan Garten, sakførari hjá Trump Organization sigur, at so gott sum allar upplýsingarnar hjá New York Times eru ógreiðar. Hann vil vera við, at Trump seinastu árini hevur goldið eina tvísiffraða milliónupphædd í skatt, skrivar Ritzau.

Í fleiri áratíggju hevur tað verið siðvenja, at amerikonsk forsetavalevni gera sjálvuppgávur sínar almennar, men talan hevur tó ikki verið um eitt krav.

Trump hevur leingi noktað at almannakunngera sínar skattaupplýsingar. Hann hevur eisini víst aftur, at upplýsingarnar hjá New York Times eru rættar, og rópar hann tær "fake news".

New York Times vil ikki geva sakførara hansara skjølini, sum tey hava fingið hendur á, av tí at blaðið ikki ynskir at avdúka sína keldu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder