Innanlands

Nevndarformaðurin í Bakkafrost afturvaldur

Á aðalfundinum hjá Bakkafrost í dag varð Rúni M. Hansen afturvaldur til formann.

Rúni M. Hansen afturvaldur til nevndarformann í Bakkafrost

Rúni M. Hansen afturvaldur til nevndarformann í Bakkafrost

2020-04-03 16:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Hann kom fyrstu ferð  inn sum formaður í 2009. Hetta var árið fyri Bakkafrost bleiv skrásett á keypsskálanum í Oslo. Sostatt hevur Bakkafrost bara havt ein og sama formann, síðani felagið fór á keypsskálan í 2010.

Felagið er vaksið sera nógv hesa tíðina, bæði í Føroyum og uttanlands. Felagið er nógv útbygt og stórar íløgur eru gjørdar, umframt fleiri uppkeyp hava eisini verið. Tey størstu eru óiva uppkeypið av Havsbrún í 2011 og uppkeypið av næst stórstu alifelagnum í Skotlandi, The Scottish Salmon Company, í 2019.

Á ársaðalfundinum í dag var ætlanin at útgjalda eitt vinningsbýti á 491 milliónir krónur, men í eini børsfráboðan í síðstu viku boðaði nevndin frá, at orsaka av ótryggu viðurskiftunum í løtuni, tilmælti nevndin ikki at útgjalda vinningbýti.

Rúni M. Hansen hevur drúgvar royndir í oljuvinnuni eisini. Hann var í nógv ár í leiðsluni í norska orkurisanum Statoil, nú Equinor.
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder