Uttanlands

Netanyahu ikki við á toppfundi í Egyptalandi

Fyrrapartin varð annars boðað frá, at ísraelski forsætisráðharrin fór at luttaka á altjóða friðartoppfundinum í dag, men tað avsannar skrivstova hansara

Amerikanski forsetin, Donald Trump og Abdel Fattah al-Sisi, forseti í Egyptalandi standa á odda fyri toppfundinum í Egyptalandi (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump og Abdel Fattah al-Sisi, forseti í Egyptalandi standa á odda fyri toppfundinum í Egyptalandi (Mynd: EPA)

2025-10-13 12:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu luttekur ikki í friðartoppfundinum í Egyptalandi í dag.

Tað boðar skrivstovan hjá Netanyahu frá stutt fyri midag føroyska tíð.

Talsfólk hjá egyptisku forsetaskrivstovuni og ísraelska sjónvarpsrásin Kan boðaði annars fyrrapartin frá, at bæði Netanyahu og palestinski forsetin Mahmoud Abbas fóru at luttka.

Hetta avsannar skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum nú, sambært Reuters.

Skrivstovan hjá Netanyahu váttar, at hann var boðin við á fundin av amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum saman við egyptiska forsetanum, Abdel Fattah al-Sisi stendur á odda fyri fundinum.

Men ísraelski forsætisráðharrin fær ikki luttikið orsakað av einari jødiskari høgtíð.

Netanyahu og Trump hava tó báðir tosað í telefon við egyptiska forsetan, meðan Trump vitjaði í Ísrael í dag.

Fleiri enn 20 heimsleiðarar hittast í dag í egyptiska býnum Sharm el-Sheikh at umrøða amerikonsku friðarætlanina fyri Gaza og Ísrael. Talan er m.a. um leiðararnar úr Fraklandi, Stórabretlandi, Italia, Noregi, og Spania.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder