
Fleiri fráferðir úr Kastrup floghavn í Keypmannahavn eru í dag avlýstar orsakað av einum netálopi, sum elvdi til trupulleikar á fleiri evropeiskum floghavnum í gjár.
Tríggjar fráferðir til belgiska høvuðsstaðin Brússel og tríggjar komur úr Brússel eru avlýstar í dag.
Floghavnin í Brússel hevur boðað frá fleiri avlýsingum um vikuskiftið. Avlýsingarnar høvdu til endamáls at sleppa undan langum bíðirøðum á floghavnini og avlýsingum í síðstu løtu, sigur talsfólk frá floghavnini sambært Ritzau.
Umframt floghavnin í Brússel varð eisini boðað frá trupulleikum í Heathrow-floghavnini í London, og Berlin Brandenburg-floghavnini í týska høvuðsstaðnum.
Flogferðslan úr Keypmannahavn til London og Berlin er tó ikki órógvað í dag.
Tað var ritbúnaðurin Muse, sum verður veitt av fyritøkuni Collins Aerospace til fleiri floghavnir í heiminum, sum varð ávirkaður av álopinum.
Bæði floghavnin í Keypmannahavn og floghavnin í Billund hava upplýst, at teirra check-in skipanir ikki eru ávirkaðir av netálopinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald