Innanlands

Nes kommuna sett dagsgjald í verk

Foreldur, ið hava børn síni heima, skulu ikki rinda nakað. Hetta er eisini galdandi fyri tíðarskeiðið 16. mars - 17. apríl

Dagsgjaldið fyri eitt barn í vøggustovu er 120 krónur. Í barnagarði er tað 100 krónur fyri hvønn dag

Dagsgjaldið fyri eitt barn í vøggustovu er 120 krónur. Í barnagarði er tað 100 krónur fyri hvønn dag

2020-04-28 17:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bygdaráðið í Nes kommunu viðgjørdi mánakvøldið, 27. apríl, dagstovnagjaldið, nú varliga er latið uppaftur. Avgjørt bleiv, at tey sum hava børn síni heima, ikki skulu rinda barnagarðsgjald, meðan tey, ið taka av dagstovnatilboðnum, skulu gjalda fyri tænastuna.

Hetta skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari, ið upplýsir, at hetta er samtykt, at tað eru nøkur fyribils dagsgjøld fyri tey, sum nýta tilboðini:

  • Dagsgjald fyri børn í vøggustovu: 120,00 kr.
  • Dagsgjald fyri børn í barnagarðsstovu: 100,00 kr.
  • Dagsgjald fyri børn í frítíðarskúla: 50,00 kr.


Nes kommuna ger tó greitt, at dagsgjaldið íalt fyri hvønn mánað, kann tó ikki fara upp um tað sum mánaðarliga dagstovnagjaldið vanliga er.

Dagstovnagjøldini í Nes kommunu eru umleið 280.000 fyri hvønn mánað samanlagt.

Klakvíkar kommuna kunngjørdi í seinastu viku, at dagsgjald fór at verða nýtt har, í samband við at stovnarnir fóru at lata upp aftur. 

Les eisini: Dagsgjald fyri tey sum nýta ansingarskipanina

Eingin tænasta - Einki gjald

Fyrst í apríl mánaði staðfesti Nes kommuna, at einki foreldragjald skuldi rindast fyribils.

Bygdarráðið hevur nú avgjørt, at tey sum ikki høvdu børn síni á dagstovni frá 16. mars til 17. apríl, eftir tilmælinum frá landsins mynduleikum, skulu ikki gjalda fyri dagstovnaplássið hesa tíðina.

Sostatt hevur Bygdaráðið í Nes kommunu staðfest at tað er einki gjald fyri onga tænastu í koronatíðini.

Stórur dentur á reinføri

Hin 20. apríl lótu dagstovnarnir í Nes kommunu varliga uppaftur, so sum landsins mynduleikar mæltu til. Vísandi til vegleiðingina hjá Coronaráðgevingini, eru gjørdar serligar reglur fyri vøggustovuna, barnagarðin og frítíðarskúlan, fyri børn, foreldur og starvsfólk.

Eins og í øðrum kommunu kring landið, skulu foreldur skulu boða frá fyri eina viku í senn um barn teirra kemur á dagstovn - hetta fyri at kenna ansingartørvin og fyri at stovnar fáa fyrireika seg best gjørligt at arbeiða undir tilmælunum.

Nes kommuna skrivar, at stórur dentur verður lagdur á reinføri á stovnunum. Aðrar reglur eru m.a. at starvsfólk og børn ikki kunnu ferðast ímillum stovurnar og foreldur og onnur óviðkomandi ikki koma inn á stovurnar. Lagt er upp til, at børnini verða nógv úti.

Frítíðarskúlin heldur til í Tofta skúla fyrstu tíðina, meðan vøggustovan og barnagarðurin húsast í vanligu stovunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder