Uttanlands

Nepal fingið nýggjan forsætisráðharra

Eftir ófriðin í landinum seinastu dagarnar, hevur Nepal fingið ein nýggjan forsætisráðharra – Sushila Karki er virkandi forsætisráðharri, val er útskrivað, og tjóðartingið er sent til hús

Sushila Karki gjørdist í gjár fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Nepal (Mynd: EPA)

Sushila Karki gjørdist í gjár fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Nepal (Mynd: EPA)

2025-09-13 14:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð 73 ára gamla Sushila Karki útnevnd til virkandi forsætisráðharri í Nepal í kjalarvørrinum á ógvusligu mótmælunum, sum fyrr í vikuni var orsøkin til, at Khadga Prasad Sharma Oli legði frá sær sum forsætisráðharri.

Tað er forsetin í Nepal, Ram Chandra Paudel, sum er hevur útnevnt Karki til virkandi forsætisráðharra. Hon er fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í landinum. Hon er fyrrverandi høvuðsdómari í hægstarættinum í Nepal, og var hon vælumtókt millum tey ungu. Og tað er í høvuðsheitum tey ungu, sum hava staðið aftanfyri mótmælini.

Mótmælini hava verið ógvuslig, og í minsta lagi 51 fólk hava latið lív, og fleiri hundrað eru særd. Mótmælini byrjaðu, eftir at stjórnin í Nepal hevði bannað eina røð av sosialum miðlum. Bannið er tó síðani ógildað, men tað er ikki einasta orsøk til mótmælini. Nógv av mótmælisfólkunum er lesandi, og sambært BBC síggja tey bannið av sosialum miðlum sum eitt álop á talufrølsið og eitt tekin um útbreiddu politiska korruptión í landinum.

Búskapurin og politiska landslagið hevur verið óstøðugt, síðan kongsveldið í landinum varð avtikið í 2008, og arbeiðsloysi hevur fingið nógv ung at leita sær uttanlands, til eitt nú Malaisia, Suðurkorea og lond í Miðeystri.

Eftir at nýggi virkandi forsætisráðharrin varð útnevnd, varð tjóðartingið í Nepal sent til hús, og val er útskrivað. Valið skal eftir ætlan vera 5. mars 2026.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder