Mentan

Nem við meg, nem ikki við meg

Hvussu kemur tú gjøgnum student, um tú hvørki tímir veitslur, fjasarí ella sjeikar? Hetta snýr leiksýningin “Nem við meg, nem ikki við meg”, seg um. Leikurin verður framførdur í Norðurlandahúsinum 24. februar

2026-02-18 14:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvat hendi til veitsluna? Hvør skoraði hvønn? Hvørji eru blivin par, og hvørji hava gjørt tað liðugt?  

Tá floksfelagar tosa um veitslur, um forelskilsi og kærleika, kennir Ester seg uttanfyri. Hon gongur í 1.s, men hevur als ongan áhuga í hvørki dreingjum ella fjasaríi; hon sigur seg sjálva vera aseksuella. 

Pápi hennara vónar, at hon skjótt fer at finna "tann rætta". Tá besti vinur hennara fær damu, og hon samstundis má vísa, at hon ikki er áhugað í Sofíu, sum er forelskað í sær, fer hon at ivast í sær sjálvari. Bagir henni nakað? 

“Nem við meg, nem ikki við meg” er leiksýning um samleika, vinaløg og dirvið at vera tann tú ert í ungdómsmentan, har tað í stóran mun snýr seg um at vera sum hini. 

Leiksýningina hevur virðislønti leikbólkurin Hils Din Mor, Teatret Svalegangen og BaggårdTeatret sett upp.

Leikurin verður sýndur í Norðurlandahúsinum 24. februar kl. 19. – atgongumerki á nlh.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder