Uttanlands

Navnið hjá Trump tikið av mentarstovni í Washington

Nú stendur ikki longur "Donald J. Trump and John F. Kennedy Memorial Center for the Performing Arts" á bygninginum

The Kennedy Center (Mynd: Tasos Katopodis/AFP/Ritzau Scanpix)

The Kennedy Center (Mynd: Tasos Katopodis/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-14 16:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Navnið á amerikanska forsetanum, Donald Trump er nú tikið av bygninginum hjá The Kennedy Center í Washington D.C.

Í mai gav ein økisdómari í USA boð um, at navnið skuldi takast av mentanarstovninum, og hetta skuldi vera gjørt í seinasta lagi á midnátt fríggjakvøldið amerikanska tíð, og fríggjadagin noktaði ein samveldisdólari at steðga avgerðini.

Tiðarfreistin varð ikki yvirhildin, men leygarnáttina byrjaði arbeiðið at taka navnið hjá Trump av bygninginum. Áðrenn hetta stóð "Donald J. Trump and John F. Kennedy Memorial Center for the Performing Arts" á bygninginum, sum vanliga verður umrøddur sum "The Kennedy Center".

Stovnurin hevur navn eftir fyrrverandi amerikanska forsetanum, John F. Kennedy, sum varð skotin til deyðis í 1963.

Trump valdi í fjør nýggjan stjóra og nevnd fyri Kennedy Center, sum valdi Trump sum nevndarformann, og tók nevndin síðani avgerð um at broyta navnið til The Trump Kennedy Center.

Men sambært økisdómaranum, hevði nevndin ikki heimild at broyta navnið uttan góðkenning frá Kongressini. Tað var Kongressin, sum gav stovninum navn eftir fyrrverandi forsetanum, og bert Kongressin kann broyta tað, sigur dómarin.

Avgerðin, sum var úrslitið av einum sakarmáli hjá demokratiska kongressliminum Joyce Beatty.

Ein samveldiskærustovnur skal taka støðu til avgerðina hjá økisdómaranum um at strika navnið hjá Trump. Sakførarar hjá Trump-umsitingini hava funnist at avgerðini, og gevur tað sambært umsitingini ikki meining at taka navnið av bygninginum, áðrenn kæran er viðgjørd, um Trump-umsitingin fær viðhald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder