Eins og aðrastaðni í Evropa í hesum døgum, stríðast tey í Grikkalandi við at basa náttúrueldum fleiri staðni í landinum.
Á oynni Kreta stríðast m.a. yvir 220 sløkkiliðsfólk, og tvey hava latið lív, boðar talsfólk hjá grikska sløkkiliðnum frá sambært fleiri tíðindastovum.
Tey bæði sløkkiliðsfólkini vórðu fangað í eldinum, tá sløkkiliðsakfar teirra var ávegis úr einum brennandi øki til eitt annað.
Eldurin kyknaði mikudagin í einum vælumtóktum ferðavinnuøki í Rethymno-landslutinum á oynni. Í hesum sambandi vórðu sløkkiliðsfólk, 27 sløkkilisakfør og fýra flogfør send at basa eldinum.
Fólk eru flutt burtur úr í minsta lagi seks bygdum, skrivar Ritzau.
Eisini er boðað frá eldum aðrastaðni í Grikkalandi, m.a. á oynni Lesbos.
Frakland og Spania eru eisini framvegis hart rakt av náttúrueldum, og hava fleiri lond send sløkkiliðsfólk at hjálpa.
Talan er um Belgia, Portugal, Kekkia, Italia, Grikkaland, Svøríki, Kroatia, Týskland, Slovakia og Turkaland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald