Uttanlands

Nato-umsóknirnar eru handaðar

Jens Stoltenberg tók í morgun ímóti umsóknunum frá Nato-sendiharrunum úr Finnlandi og Svøríki

Jonas Stoltenberg, Nato-aðalskrivari (Mynd: EPA)

Jonas Stoltenberg, Nato-aðalskrivari (Mynd: EPA)

2022-05-18 07:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svøríki og Finnland hava nú latið sínar umsóknir um at gerast limir í Nato-verjusamgonguni.

Nato-sendiharrarnir hjá londunum, Axel Wernhoff úr Svøríki og Klaus Korhonen úr Finnlandi handaðu tíðliga í morgun umsóknirnar á Nato-høvuðsborgini í útjaðaranum av Brússell.

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, tók ímóti. Jens Stoltenberg hevur annars arbeitt heimanífrá hesa síðstu vikuna eftir, at hann var raktur av covid-19.

Hann heilsaði umsóknunum vælkomnum, skrivar SVT.

- Hetta er eitt søguligt stig og hetta er ein góður dagur í einum hættisligum tíðarskeiði fyri okkara trygd, segði Nato-aðalskrivarin.

Nato-limalondini skulu nú góðkenna umsóknirnar. Stóra forðingin er Turkaland, hvørs forseti í gjár gjørdi greitt, at Turkaland ikki fer at góðtaka umsóknirnar.

Les eisini: Erdogan sýtir svium og finnum Nato-limaskap

Í dag skulu uttanríkisráðharrarnir í Turkalandi og USA, teir eita ávikavist Mevlüt Cavusoglu og Antony Blinken hittast fyri at viðgera umsóknirnar. 

[object Object]
(Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder