Uttanlands

Nato og Danmark í tøttum samskifti um dronu-málið

- Um har eru hóttanir, so fara vit at gera tað, sum er neyðugt fyri at verja okkara býir, okkara fólk og okkara undirstøðukervi, staðfestir Mark Rutte

Sambært Ritzau og donskum miðlum vil Rutte ikki knýta hendingina við stóra danska flogvøllin í gjár við tað, sum er hent í loftrúminum yvir Póllandi, Rumenia og Estlandi seinastu tíðina (Mynd: EPA)

Sambært Ritzau og donskum miðlum vil Rutte ikki knýta hendingina við stóra danska flogvøllin í gjár við tað, sum er hent í loftrúminum yvir Póllandi, Rumenia og Estlandi seinastu tíðina (Mynd: EPA)

2025-09-23 13:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mark Rutte og Nato eru undir størri og størri trýsti. Hetta er serliga vegna Russland og ymisku hóttanirnar og atgerðirnar, sum koma hiðani.

Tað er framvegis ikki greitt, hvør stór aftanfyri dronurnar, sum vóru yvir Kastrup í gjár og órógvaðu flogferðslu og annað. Tó er tað vist, at tað var onkur við nógvari orku, vilja og amboðum til at "vísa seg fram".

Sí eisini: Flogvøllurin í Kastrup latin uppaftur

Í Russlandi verður víst aftur, at man hevur nakað við málið at gera. Men líkamikið hvør ella hvat tað er, so sigur aðalskrivarin í altjóða verjusamtakinum, at har er man til reiðar at verja síni øki:

- Um har eru hóttanir, so fara vit ikki at sita á hondunum men gera tað, sum er neyðugt fyri at verja okkara býir, okkara fólk og okkara undirstøðukervi, staðfestir Mark Rutte.

Sambært Ritzau og donskum miðlum vil Rutte ikki knýta hendingina við stóra danska flogvøllin í gjár við tað, sum er hent í loftrúminum yvir Póllandi, Rumenia og Estlandi seinastu tíðina. Har er tað týðiligt, at russar hava gjørt vart við seg við millum annað dronum.

- Tað er tó greitt, at tríggjar stórar dronur skaptu trupulleikar í donskum loftrúmi í gjár. Danmark er við at kanna málið, sigur Mark Rutte við altjóða miðlar í dag og staðfestir, at samskifti við Danmark er tætt.

Russland og NATO kunnu av álvara fara at bresta saman um ikki so langa tíð, er niðurstøðan hjá fleiri altjóða viðmerkjarum. Danska forsætismálaráðfrúan hevur tosað nógv um at "rusta upp" í seinastuni, og tað er Danmark eisini í holt við. Í mun til hendingina í gjár, er Mette Frederiksen greið: Tað má vera eitt motiv aftanfyri:

- Tað vit sóu í gjárkvøldið er higartil mest álvarsliga álopið móti kritiskum donskum undirstøðukervi. Tað sigur nakað um, hvat tað er fyri eini tíð, vit liva í, og hvat vit sum samfelag skulu vera búgvin til at kunna handfara.

Sí eisini: Mette Frederiksen: - Álvarsligt álop á kritiska undirstøðukervi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder