Nógv Nato-lond brúka ikki nóg nógvar pengar uppá at hjálpa Ukraina, sigur Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, sum er staddur í Helsingborg í sambandi við fund millum Nato-uttanríkismálaráðharrar.
Stuðulin til Ukraina er ikki javnt býttur í Nato í løtuni, sigur hann sambært Ritzau.
Samstundis rósti hann eisini fleiri londum, sum lata meira stuðul til Ukraina, harímillum Svøríki, Kanada, Týskland, Niðurlond, Danmark, og Noreg.
– Men tað eru eisini nógv, sum ikki brúka nóg mikið, sigur hann.
Í farnu viku skeyt Nato-aðalskrivarin upp, at tey sameindu í Nato skulu seta av 0,25 prosent av btú at lata ukrainum. Hetta hevði kunnað givið teimum millardir av dollarum. Men semja er ikki um hetta, ásannaði Rutte.
– Men tað hevur í øllum førum sett gongd á eitt kjak millum tey sameindu, legði hann afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald