Innanlands

Nakrir vindskaðar í gjár

Hetta er árstíðin tá fólk skulu taka trampolinur niður og ikki hava leyst liggjandi liggjandi, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-10-12 08:54 Author image
Sverri Egholm

Tað var nógvur vindur ymsastaðni í landinum í gjár, og gjøgnum allan dagin fekk løgreglan onkrar smávegis fráboðanir um vindskaðar.

Í Hoyvík var eitt vindeygað loysnað og í Norðskála vóru takplátur á neysti við at ríva. Í Klaksvík lá nógv tilfar leyst í sambandi við arbeiði at skifta klædning og tekju. Sløkkiliðið hjálpti at tryggja hesar lutir.

Annars sigur løgreglan, at hetta er tíðin tá fólk skulu tryggja tað sum liggur leyst uttan um húsini, og eisini at taka trampolinur niður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald