Innanlands

Næstformaður gongur á odda við niðurgering av fakfólki

Annita á Fríðsriksmørk harmast um at Helgi Abrahamsen leggur eftir nýggja formanninum í Búskaparráðnum, tí hann fyri árum síðani mótmælti hækkan av blokkinum

Fleiri ára gomul mynd av Djóna Højgaard, nú formanni í Búskaparráðnum hevur elvt til nógv kjak á sosialu miðlunum (Privatmynd)

Fleiri ára gomul mynd av Djóna Højgaard, nú formanni í Búskaparráðnum hevur elvt til nógv kjak á sosialu miðlunum (Privatmynd)

2019-01-11 16:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Ein trupulleiki við at fakenews ofta ikki verður rættað, er m.a., at tey, sum hava eina fakliga vitan ofta lata verða við at siga sína meining, tí tey verða skotin niður og sett í bás, um tey ditta sær at taka lut í einum politiskum kjaki.

Tað sigur Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, nú Helgi Abrahamsen í gjárkvøldið legði eftir nýggja formanninum í búskaparráðnum, Djóna Højgaard, tí hann fyri nøkrum árum síðani varð avmyndaður við skelti í hond við boðskapinum: “Eg mótmæli hækkan av blokkinum“.

[object Object]Umrødda myndin (Privatmynd)

Boðskapurin hjá Helga Abrahamsen er týðiligur, heldur Annita á Fríðsriksmørk. “Formaðurin kann ikki brúkast, tí hann einaferð helt tað verða skeivt at hækka blokkin”.

- Formenn í Búskaparráðnum umboða sín fakliga førleika sum búskaparfrøðingar. Men vit vita eisini væl, at hesir hava havt ymisk sjónarmið til politikk og til politiskar flokkar, heldur Annita á Fríðriksmørk.

[object Object]Annita á Fríðriksmørk (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Landið er so mikið lítið, at tað ber ikki til, ikki at vita á leið, hvar so væl lærd og framstandandi fólk standa politiskt. Og friður verið við tí. Men tað sum harmar meg, er tá ið eg síggi at millum annað Helgi Abrahamsen bjóðar nýggja formanninum vælkomnum í formanssessin við at skjóta hansara fakliga førleika niður, áðrenn hann hevur fingið fótin fyri seg sum formaður. 

- Tá ið so enntá næstformaður fyri ein av teimum størstu flokkunum gongur á odda við slíkari niðurgering av fakfólki, so hevur fakenews frítt spæl. Fakfólk, sum kunnu koma við fakligum íkasti til kjakið, lata jú bara vera við at úttala seg, av ótta fyri at verða sett í bás politiskt. Hesaferð av einum politiskum næstformanni. 

- Tað er ikki gott, sigur Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder