Innanlands

Næstan niður á frostmarkið um náttina

Eitt kalt vikuskifti er fyri framman

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-02-01 15:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin boðar frá ongum avfalli hetta vikuskiftið, men serliga næturnar verða kaldar. Hitin hetta vikuskiftið liggur millum 1 og 2 hitastig.

Í dag er andøvsgul til frískan vind av útnyrðingi og norðan, millum 6 og 10 m/s. Í dag er 2 hitastig.

Leygarnáttina og dagin er gul til strúkur vindur av norðuri og útnyrðingi vestan, millum 3 og 10 m/s. Hitin niður móti frostmarkinum.

Sunnudagin gerst heitari, tá hitin veksur úr 1 hitastigi upp til 5 hitastig. Í ættini er hann lot til andøvsgul av skiftandi ættum.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder