Innanlands

Næstan hundrað suðurkoreanskir bilar á føroysku vegirnar í mars

50 bilar av slagnum Kia og 41 bilar av Hyundai. Higartil í ár er sølan av akførum 18 prosent hægri enn í fjør

(Mynd: Bilrøkt)

(Mynd: Bilrøkt)

2021-04-06 13:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sølan av Kiabilum var høg í mars. Tað er Bilrøkt, sum umboðar suðurkorenska bilmerkið, sum seldi sera væl í mars. Heili 50 nýggj akfør av hesum slagnum vórðu skrásett síðsta mánað, og hetta gevur heiðurin sum mest seldi bilur í mars, sambært hagtølunum hjá Akstovuni.

Kia yvirtekur samstundis plássið sum mest seldi bilur í ár við 91 bilum tilsamans - harav 50 av teimum í mars.

Eitt annað merkið suðurkoreanskt merki, sum veruliga ger um seg, er Hyundai, sum Waag nú umboðar. Sambært hagtølunum hjá Akstovuni fóru 41 akfør av slagnum Hyundai um diskin í mars.

Á triðja plássi er Ford hjá Wenzel við 37 nýggjum akførum í farna mánað.

Økt við 18 prosentum
Tað var í mars mánað í fjør, at koronafarsóttin rakti Føroyar, og rakti eisini søluna av akførum. Men nú bendir alt á, at verulig ferð á er komin á aftur, tí í mun til 188 nýggj akfør, sum vóru skrásett í mars 2020, eru tað í ár skrásett heili 365 akfør í mars. Ein øking upp á 177 akfør.

Samlaða sølan fyri árið higartil er eisini væl hægri enn somu mánaðir í fjør. Sølan frá januar til mars 2020 var 640 akfør, meðan tað somu mánaðirnar í ár eru skrásett 756 akfør. Ein øking upp á 18 prosent.

Mest seldu bilmerkir í mars 2021

1. Kia 50 akfør
2. Hyundai 41 akfør
3. Ford 37 akfør
4. Volkswagen 28 akfør
5. Toyota 28 akfør
6. Volvo 25 akfør
7. Suzuki 16 akfør
8. Renault 14 akfør
9. Mercedes-Benz 13 akfør
10. Citroen 12 akfør

Mest seldu bilmerkir tilsamans 2021

1. Kia 91 akfør
2. Ford 80 akfør
3. Toyota 70 akfør
4. Volkswagen 70 akfør
5. Volvo 54 akfør
6. Hyundai 49 akfør
7. Renault 41 akfør
8. Mercedes-Benz 36 akfør
9. Citroen 33 akfør
10. Nissan 31 akfør


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder