Innanlands

Næstan 200 hava fingið triðja prikið

Tað er sannlíkt, at øll í Føroyum fara at fáa tilboð um at verða koppsett fyri koronu íhvussu er tríggjar ferðir

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-10-19 20:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár boðaði landslæknin, Lars Fodgaard Møller, frá, at mest sannlíkt fara øll í Føroyum at fáa tilboð um eitt triðja prik seks mánaðir og 14 dagar eftir, at tey hava fingið tað seinna - eins og Danmark.

Hetta málið er viðgjørt hjá koppsetingarbólkinum í dag. Atkvøðugreiðsla hjá Portalinum í gjár vísti, at meirilutin av teimum 6.359, ið atkvøddu, fara at taka av, men tó var ein fimtapartur, ið var í iva. og fleiri enn tað ætla sær at takka nei.

Les eisini: 
Landslæknin: Vænti at allir føroyingar fáa tilboð um eitt triðja prik
Ivasom um triðja prikið

Higartil hava 191 fólk í Føroyum fingið trý prik. Hetta vísa nýggjastu tølini á corona.fo. Í gjár vórðu 197 fólk koppsett fyri koronu - 27 teirra fingu triðja prikið. Higartil hevur talan verið um fólk í vandabólki og búfólk á røktarheimi.

Nú hava 38.942 fólk fingið fyrru koppsetingina, og 37.119 fólk hava fingið seinnu koppsetingina. Tilsamans 76.252 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

Neyðugt er við trimum prikum, og allarhelst minst einum fjórða í framtíðini, tí at tvær koppsetingar geva ikki nóg nógva verju yvir longri tíð, vísa kanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder