Uttanlands

Næstan 20 stig í Íslandi jólaaftan

Hitamet í Íslandi jólaaftan. 19,7 stig vóru máld í Seyðisfirði

(Mynd: RUV)

(Mynd: RUV)

2025-12-25 16:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hitamet varð sett í Íslandi í gjár, jólaaftan. Hitamátarin vísti 19,7 stig í Seyðisfirði í gjár um 11 tíðina, og so heitt hevur tað ikki verið í jólamánaðinum áður.

Higartil hevur metið verið 19,4 stig, og tað varð í 2019.

Hetta hendi, tí heit tropisk luft í hesum døgum kemur yvir Ísland við nógvum vindi.

Aftur í dag verður lýtt, skrivar íslendska kringvarpið RUV, men ikki eins og í gjár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder