2026-03-26 12:47
Týsdagin vórðu 86 kvinnuligir politikarar valdir á Fólkating.
Hetta svarar til 48 prosent av teimum 179 umboðunum, sum vórðu vald, og so jøvn hevur kynsumboðanin á Fólkatingi ongantíð verið áður.
Gamla metið varð sett í 2022, tá 76 kvinnur vórðu valdar - 43,4 prosent av teimum valdu.
Av teimum 179 valdu umboðunum eiga danir 175, meðan Føroyar og Grønland hava tvey umboð í part.
Sambært Ritzau stillaðu 933 valevni upp týsdagin, harav 368 - 39,4 prosent - vóru kvinnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald