Uttanlands

Nærum 300 amerikonsk herfólk særd undir krígnum í Iran

Sjey amerikonsk herfólk hava latið lív í flógvalondunum undir krígnum

Kista við amerikonskum herfólki, sum lat lív í einum álopi í Kuvait (Mynd: EPA)

Kista við amerikonskum herfólki, sum lat lív í einum álopi í Kuvait (Mynd: EPA)

2026-03-26 16:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nærum 300 amerikonsk herfólk eru særd, síðan kríggið í Iran byrjaði 28. februar, upplýsir talsfólk fyri amerikanska herin.

Av teimum nærum 300 eru 255 farnir aftur í tænastu.

Tíggju herfólk eru framvegis álvarsliga særd, men tað er ógreitt, hvør støðan er hjá 25 øðrum.

Sjey amerikonsk herfólk hava latið lív í flógvalondunum undir krígnum.

Samskifti hevur verið millum USA og Iran seinastu tíðina. USA sigur, at talan er um samráðingar, men tað vísir Iran aftur, skrivar Ritzau.

USA roynir at leggja trýst á Iran og ætlar at senda fleiri herfólk til økið.

Les eisini: Trump: Iransk embætisfólk tora ikki at siga, at tey ynskja eina avtalu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder