Innanlands

Nærkast 20 prosentum

19,3 prosent av fólkinum hava nú fingið fyrru koppsetingina, meðan 9,9 prosent eru liðugt koppsett – Leygardagin verða væntandi fleiri enn 1.500 fólk koppsett

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-23 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 15.531 koppsetingar gjørdar í Føroyum á teimum trimum sjúkrahúsunum.

10.282 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og uml. helvtin av teimum – 5.249 – hava eisini fingið seinnu koppsetingina og eru sostatt liðugt koppsett.

697 fólk vórðu koppsett í gjár. 641 fingu fyrru koppsetingina, meðan 56 fingu seinnu koppsetingina.

Hildið verður fram við koppsetingini, so leingi koppingarevni er í tøkt. Sambært corona.fo verða væntandi fleiri enn 1.500 fólk koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum leygardagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder