Innanlands

Nærkast 10.000 koppsetingum

Koppsetingin í Føroyum varð tikin uppaftur í gjár, tá tilsamans 232 fólk vórðu koppsett. Nýggja bíleggingarskipanin á corona.fo fyri 85 ár og eldri er komin í gongd

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-03-26 11:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ein steðg varð koppsetingin tikin uppaftur í gjár, tá tilsamans 232 fólk vórðu koppsett. 198 fólk fingu fyrra prikið og 34 fingu tað seinna.

Talan var fyri tað mesta um fólk 85 ár og eldri, og ein nýggj bíleggingarskipanin er sett í verk á corona.fo fyri fólk í júst tí aldrinum. Heimasíðan skrivar fyrrapartin, at fleiri enn 200 fólk í aldrinum 85 ár og eldri hava bókað tíð at fáa koppseting gjøgnum skipanina.

Sjúkrahúsverkið mælir fólki til at fáa avvarðandi at hjálpa við bíleggingini, um tørvur er á tí. Til ber eisini at brúka telefonnummar og teldupost hjá avvarðandi, skrivar corona.

Tilsamans eru nú 9.660 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 5.586 hava fingið fyrru koppsetingina. 4.074 fólk eru liðugt koppsett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder