Uttanlands

Nær ikki at koppseta 70 prosent áðrenn 4. juli

Tað var málið hjá amerikanska forsetanum at 70 prosent av øllum vaksnum amerikanarum vóru koppsettir áðrenn 4. juli, men tað fer helst at taka nakrar vikur afturat

Biden varð sjálvur koppsettur fyri koronu í desember (Savnsmynd)

Biden varð sjálvur koppsettur fyri koronu í desember (Savnsmynd)

2021-06-23 11:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA nær ikki at koppseta 70 prosent av øllum vaksnum amerikanarum áðrenn tjóðardagin 4. juli, sum forsetin, Joe Biden annars hevði sett sum mál. Tað fer helst at taka nakrar vikur afturat, verður upplýst úr Hvítu Húsunum, sambært Ritzau.

65,5 prosent av vaksnum amerikanarum eru higartil koppsettir, sambært uppgerð hjá amerikanska Centers for Disease Control and Prevention (CDC), og av teimum eru 56 prosent liðugt koppsettir.

Málið hjá Joe Biden umfatar øll, sum eru fylt 18 ár, og í gjár hevði USA koppsett 70 prosent av øllum amerikanarum, sum eru 30 ár og eldri.

Myndugleikarnir vóna tó at hava koppsett 70 prosent av borgarunum, sum eru 27 ár og eldri áðrenn 4. juli.

Fyribils eru bert 15 av teimum 50 amerikansku statunum komnir á mál við at koppseta 70 prosent av vaksnu borgarunum.

Bæði Joe Biden, varaforsetin Kamala Harris, og ein røð av øðrum embætisfólkum hava seinastu tíðina roynt at fingið fleiri amerikanarar at lata seg koppseta.

Tey siga m.a., at at tað hevði verið gott fyri fólkaheilsuna, og at tað hevði gjørt tað møguligt at latið meira upp í USA og sostatt kunnu tey fáa gongd á búskapin og venda aftur til ein vanligan gerandisdag. Men tað er serliga torført at fáa ung fólk at lata seg koppseta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder