Í tíðarskeiðnum september 2025 til august 2026 innfluttu føroyingar fyri 12,1 milliard krónur, sum er 1,2 milliardir - ella 11 prosent - meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.
Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkinum ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni, vaks seinastu 12 mánaðirnar.
Innflutningurin av matvørum og livandi djórum er vaksin 162 milliónir krónur, ella 6,4 prosent, í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar, og innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið knappar 166 milliónir krónur. Hetta er fyri tað mesta rapsolja.
Úr ES varð innflutt fyri 5,6 milliardir krónur, og sambært Hagstovuni er innflutningurin úr ES vaksin 217 milliónir krónur - fýra prosent. Av hesum er innflutningurin av oljuúrdráttum vaksin við 148 milliónum krónum og innflutningurin av akførum er vaksin við 107 milliónum krónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald